![]() |
||||||||||||||||||||||||||||||||||
Føroyskt fíggjareftirlit – ein dýr fullveldisloysn 2008-03-05 Takk fyri stuðulin! 2008-01-21 Einki er avgjørt fyrr enn valkvøldið 2008-01-16 Gagnnýta møguleikar í altjóðagerðini 2008-01-09 Skilagóð búskaparstýring tryggjar vælferðina 2008-01-09 Bleytu virðini skulu styrkjast 2008-01-09 Stríðast fyri betri alheims klima 2008-01-09 Góður urtagarðsmaður fer nú til verka 2007-11-16 Formaður Javnaðarfloksins: Hasard at spyrja Føroya fólk? 2007-10-30 Heitur búskapur eigur at tálmast 2007-07-25 |
NÝGGJASTA: Føroyskt fíggjareftirlit – ein dýr fullveldisloysn Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, er ónøgdur við útsagnirnar hjá Edmundi Joensen, fólkatingslimi, viðvíkjandi yvirtøkuni av fíggjareftirlitinum, og vil hava undirritaða at rætta tær. Men tað geri … Hetta vil Sambandsflokkurin fremja!
Sambandsflokkurin hevur til løgtingsvalið 19. januar eina góða og greiða valskrá, ið fortelur nakað um, hvat vit hava sett okkum fyri at fremja komandi valskeið. Trýst á yvirskriftirnar fyri at fáa meira at vita. Gagnnýta møguleikar í altjóðagerðini Dyrnar út í heim til útbúgvingarstovnar og útlendska arbeiðsmarknaðin eru víðopnar. Samstundis skal vinnan hava neyðuga arbeiðsmegi og betri marknaðaratgongd fyri at tryggja búskaparvøksturin. Ríkisfelagsskapurin letur dyr upp, men limaskapur í ES er ein møguleiki, sum skal kannast, so vit kunnu taka støðu til ES-spurningin. Skilagóð búskaparstýring tryggjar vælferðina Vælferðarsamfelagið er dýrabart. Vit mugu ikki taka tað fyri givið, men ansa væl eftir tí. Vælferðin skal fíggjast gjøgnum skilagóða búskaparstýring, har vit leggja pening til viks í góðum tíðum. Goymslurnar skulu fyllast. Bleytu virðini skulu styrkjast Trivnaður, livikor og útbúgving skulu raðfestast hægri enn asfalt og betong. Tí skulu ung og lesandi hava munandi betri umstøður. Skúlar skulu dagførast, og útbúgvingarstigið skal hækkast. Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri. Eldraøkið og tey veiku í samfelagnum skulu eisini raðfestast hægri. Stríðast fyri betri alheims klima Føroyar skulu upp í altjóða stríðið fyri einum betri klima og avmarka CO2-útlátið, so tað veruliga munar. Tað er okkara skylda at vera við í øllum arbeiði, sum kann betra umhvørvið. Fyri at náa málinum skulu vit leggja um til varandi orkukeldur, har tað ber til. Við Sambandskvøðu
|
Vitjandi: 26389
|
||||||||||||||||||||||||||||||||